Lutakastið um hvussu spælast skal í kappingini um Løgmanssteypið, verður í 3-2 hjá Kringvarpinum í kvøld
Eins og undanfarin ár, verður lutakastið um hvussu spælast skal í kappingini um Løgmanssteypið, avgreitt í ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpinum.
Í sendingini í kvøld vera umboð fyri FSF gestir í sjónvarpsstovuni, og saman við vertinum Leivi Frederiksen, verður lutakast um hvussu liðini fara at møtast í steypakappingini hjá monnum í ár.
Í kappingini um Løgmanssteypið eru 18 lið við. Fyrst verður drigið um hvørji lið skulu møta hvørjum í einum undanumfarið, ið verður spælt vikuskiftið 24. og 25. mars, sama vikuskiftið sum Meistaradeildin verður sett í gongd.
Liðini, ið skulu spæla undanumfar, eru FF Giza/FC Hoyvik, Royn, Undrið FF og MB. Vinnandi liðini í undanumfarinum, eru síðani við í fyrsta umfari av steypakappingini, sum verður spælt 9. apríl. Fjórðingsfinalurnar verða spældar 25. apríl og hálvfinalurnar 9. og 23. mai.
Lutakastið um hvussu spælast skal í steypakappingini hjá kvinnum, verður í 3-2 mánadagin 20. februar.